Marius í Garðastovu
Skipari, Maribo Maersk
Marius í Garðastovu, er í dag skipari á einum av heimsins størstu skipum, Maribo Mærsk. Sjómansskapin fekk hann í blóðið longu sum smádrongur. Bara átta ára gamal var hann fyrstu ferð til skips.
Leiðin
Sum ungur sigldi Marius ofta við abba sínum, og annars sigldi hann við pápa sínum í summarfrítíðini við nótabátinum Vestmenningur II. Sum 16 ára gamal sigldi hann í Onglandi, har hann umframt hetta lærdi enskt.
Tá Marius hevði fingið pappír sum skipsførari, slapp hann við A.P. Møller beinanvegin. Har sigldi hann fyrst við smærri bingjuskipunum, Siciliu Maersk, og síðani teimum sonevndu garasjubátunum fyri amerikanska herin í flógvakrígnum. Aftaná slapp hann at sigla við millum annað M-bátum, K-bátum, S-bátum og skúlaskipinum Albert Maersk.
Tað gjørdist heilt spennandi, tá hann fekk álitið at fáa næstan 400 metra langa bingjuskipið Emmu Maersk í sigling. Hann var við í fyrireikingunum í nýbygninginum og gjørdist eisini fyrsti skipari.
Í dag stendur Marius á brúnni á einum av størstu skipunum hjá reiðarínum, Maribo Maersk.
Myndir frá kees torn & Marius
Útbúgvingin:
Skipsførari á Vinnuháskúlanum, 1988
Fyrsti túrur: Við pápanum umborð á Vestmenningi II, átta ára gamal.
Ár á sjónum: 35
Hvussu langur er ein vanligur túrur? 11-12 vikur um veturin
5-6 vikur um summarið
Hvussu nógv manna skipið?
Um 20 fólk